Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um okkum /
Leys størv

Leys størv.

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn á starv@kss.fo

Vit leita eftir.

Goymsluleiðara

KSS søkir framskygdan goymsluleiðara til goymslu okkara.

Goymslan er partur av søludeildini, og er bæði kunda- og vørumóttøka.

Sum goymsluleiðari hevur tú ábyrgdina av dagligum rakstri og innkeypi á goymsluni.

Tú hevur dagligu leiðsluna av goymslustarvsfólki, og vísir til søluleiðaran.

Vit síggja fyri okkum, at rætti goymsluleiðarin skilir týdningin av, at goymslan er væl skipað.

Uppgávur

  • Dagligi raksturin á goymsluni
  • Innkeyp og samskifti við veitarar
  • Eftirlit við, og ábyrgd av, vørugoymslu og uppteljing
  • Dagliga leiðslu av goymslustarvsfólki
  • Menna mannagongdir og tænastuna til kundarnar
  • Gott samstarv við sølutoymið og smiðjuna

Vit ynskja, at tú

  • Ert ágrýtin, væl skipað/ur, fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Virkar álitisvekjandi og dugir at skapa góð kundasambond
  • Tekur avgerðir sjálvstøðugt, í tøttum samstarvi við leiðsluna
  • Fylgir uppgávum til enda
  • Dugir væl at samstarva og arbeiða í toymi

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við

  • Goymslu-, innkeypi- ella logistikki, kundaavgreiðslu ella líknandi
  • Bókhaldsskipanini Lundanum, Excel og annars ert køn/ur innan telduarbeiði

Vit bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv við ábyrgd
  • Møguleika at vera við at menna goymsluna og arbeiðsgongdirnar
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við jaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
  • Tætt samstarv við søludeildina 

Umsókn og treytir

Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eftir avtalu.
Vit ynskja, at starvið verður sett skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir tí rætta.
Send umsókn við lívsrensli (CV) til rannva@kss.fo í seinasta lagi 14. oktobur.
Samrøður verða hildnar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar um sjálvt starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rannvá Isaksen, søluleiðara á tlf. 232043 ella rannva@kss.fo.

Goymslufólki

KSS søkir goymslufólk til goymslu okkara.


Goymslan er partur av søludeildini, og er bæði kunda- og vørumóttøka.


Sum goymslufólk avgreiðir tú kundar, tekur ímóti vørum, og sært til, at tilfar er klárt, tá tað skal út til kundar, arbeiði og verkætlanir.


Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin skilir týdningin av dygdargóðari kundarøkt.


Uppgávur

  • Kundaavgreiðsla og ráðgeving
  • Móttøka og skráseting av vørum
  • Í ávísan mun kunnu eisini smærri smiðjuuppgávur væntast

Vit ynskja, at tú

  • Ert ágrýtin, fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
  • Dugir at skapa góð kundasambond
  • Ert røkin og álítandi, og fylgir uppgávum til enda
  • Dugir væl at samstarva og arbeiða í toymi
  • Ikki ræðist at bretta upp ermur, tá nógv er at gera

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við

  • Goymslu- ella logistikkarbeiði, møguliga úr líknandi vinnu, kundaavgreiðslu ella líknandi
  • Bókhaldsskipanini Lundin

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv
  • Góða upplæring og stuðul frá dugnaligum starvsfeløgum
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi

Umsókn og treytir

Løn og setanartreytir eftir avtalu.
Vit ynskja, at starvið verður sett skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir tí rætta.
Send umsókn við lívsrensli (CV) til rannva@kss.fo í seinasta lagi 14. oktobur.
Samrøður verða hildnar leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar um sjálvt starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rannvá Isaksen, søluleiðara á tlf. 232043 ella rannva@kss.fo. 

Send umsókn.