Tænasta.

Vit kanna og umvæla tykkara útgerð!
Við drúgvum royndum og serfrøði innan umvælingar og viðlíkahald av el-motorum og generatorum, eru vit besta valið innan elektromekaniskar tænastur í Føroyum.
Vit umboða vælumtóktu BEVI el-motorarnar og bjóða eitt breitt úrval av standard- og marine-el-motorum frá BEVI og VEM. Harumframt hava vit nógvar eykalutir á goymslu, so sum viftur, legur og klemmubrettir.
Eisini bjóða vit pumpur til skip og ídnað, m.a. dykkpumpur, transferpumpur, sentrifugalpumpur og tannhjólspumpur, umframt umvælingar og eykalutir til øll sløg av pumpum.
Vit veita tænastu um alt landið.