”Norðborg” farin til fiskiskap

Seinastu tríggjar mánaðirnar hava fólk frá KSS verið umborð á ”Norðborg” og skift høvuðsmotorin. Skipið hevur hesa tíðina ligið í Ánunum.

Hetta er eitt sera umfatandi arbeiði, sum hevur gingið væl frá byrjan til enda, og KSS hevur alla tíðina havt fólk umborð til at gera arbeiðið.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og serfrøðingar frá Bergen-Diesel verksmiðjuni, sum motorurin er frá, hava verið í Føroyum og havt eftirlit við arbeiðinum.

Tað gekk væl at seta motorin í gongd, og nú royndartúrur hevur verið, og motorurin hevur koyrt við fullum blussi, riggar alt sum tað skal.

Frimodt Rasmussen sigur, at hann er errin av at KSS varð valt til at gera hetta arbeiðið, og at tað var liðugt til ásettu tíðina.

Nú fer ”Norðborg” á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har bæði føroysk og íslendsk skip royna.

KSS ynskir skipara og manning alt tað besta og góðan fiskiskap.

Aqua Reflex til 5 ára klassing á Klaksvíkar Sleipistøð

Hóast gerandisdagurin í Føroyum er nógv broyttur hesa síðstu tíðina, royna vit á KSS at halda á, tó við at taka øll neyðug atlit í mun til corona-smittuna.

Hósdagin 20. mars varð tænastubáturin ”Aqua Reflex”, sum fyrr æt  “Viking Reflex” liðugur, eftir at hava verið á beding hjá okkum. Umframt 5-ára klassing varð nógv annað gjørt, og arbeiðið gekk væl.

Sjálvt um meginparturin av virkseminum hjá KSS er at veita vørur og tænastur til føroyskar kundar, so gleðast vit um, at útlendingar velja at koma til Klaksvíkar. “Aqua Reflex” hoyrir til hetlendska felagið Johnson Marine, ið leigar bátin út til alivinnuna í Íslandi. Teinurin frá Eskifirði til Klaksvíkar er ikki so langur, og KSS varð tí valt framum aðrar møguleikar, sum teir høvdu at dokka bátin.

Vit eru ikki sørt errin av at kunnu veita Johnson Marine og “Aqua Reflex” hesa tænastu, og vit ynskja skiparanum Grant Johnson og manning góðan túr aftur til Eskifjarðar.

KSS skal gera stálarbeiðið til nýggja bátadráttin í Leirvík

Í gjár, 17. december 2019, skrivaðu Klaksvíkar Sleipistøð og Eysturkommuna undir sáttmála um arbeiði í sambandi við gerð av nýggjum bátadrátti í Leirvík. KSS tekur sær av stálarbeiðinum, meðan Sp/f Kanjon ger jørð-, betong- og el-arbeiðið.

Tað vóru Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og Elian E. Elttør, rakstrarleiðari á KSS, sum skrivaðu undir sáttmálan.

Nýtt framkomi PM-trolspæl frá Ibercisa

Ibercisa PM (permanent magnet) trolspæl á marknaðin

Í samstarvið við Siemens hevur Ibercisa ment nýggjan Permanent Magnet (PM) el-motor, sum gevur trolspølum Ibercisa framúr góðar dynamiskar og orkusparandi eginleikar.

PM el-motorurin er somikið máttmikil, at hann gevur trolspølum eina beinleiðis hiviorku uppá 55 tons.  Av tí at el-motorurin er beinleiðis tengdur at troltrumluni (Ratio 1:1), slepst undan útveksling umvegis millumliggjandi gearkassa.

Umframt høgu hiviorkuna (55 tons) fæst ein arbeiðsferðin  við 30 tons  uppá 92m/min. á 1. lagi.

Teir framúrskarandi dynamisku eginleikarnir, sum PM el-motorurin hevur, ger at trolspølini eru serstakliga vælegnaði til troling á ringum botni, har krøvini til trolspølini eru, at tey arbeiða  neyvt og skjótt.

PM trolspøl frá Ibercisa eru serliga vælegnaði til verksmiðjutrolarar.

Nýggju PM spølini hjá Ibercisa vóru almennakunngjørd á  NorShipping 2019 framsýningini í Oslo 5. juni 2019.