Døgntænasta

Ring á telefon 472030

KSS hevur eitt ferðalið, sum ger viðlíkahaldsuppgávur í Føroyum og uttanlands.
Er tørvur á viðlíkahaldshjálp ella serligum ábótum á skipið, eru vit til dystin fús við einum ferðaliði av serkønum fólki, ið kunnu hjálpa til ella standa fyri einum serligum arbeiði.

Við okkara 30 tænastubilum veitir KSS tænastur kring alt landið.


MOBILAR DREYI- OG SVEISIMASKINUR
Við okkara mobilu CNC dreyi- og sveisimaskinum kunnu vit veita ta tænastu, at dreya og sveisa boltahol og akslar á staðnum, t.d. á gearum, kranum og gravimaskinum.