”Norðborg” farin til fiskiskap

Seinastu tríggjar mánaðirnar hava fólk frá KSS verið umborð á ”Norðborg” og skift høvuðsmotorin. Skipið hevur hesa tíðina ligið í Ánunum.

Hetta er eitt sera umfatandi arbeiði, sum hevur gingið væl frá byrjan til enda, og KSS hevur alla tíðina havt fólk umborð til at gera arbeiðið.

Arbeiðið hevur gingið sera væl, og serfrøðingar frá Bergen-Diesel verksmiðjuni, sum motorurin er frá, hava verið í Føroyum og havt eftirlit við arbeiðinum.

Tað gekk væl at seta motorin í gongd, og nú royndartúrur hevur verið, og motorurin hevur koyrt við fullum blussi, riggar alt sum tað skal.

Frimodt Rasmussen sigur, at hann er errin av at KSS varð valt til at gera hetta arbeiðið, og at tað var liðugt til ásettu tíðina.

Nú fer ”Norðborg” á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har bæði føroysk og íslendsk skip royna.

KSS ynskir skipara og manning alt tað besta og góðan fiskiskap.

Onnur tíðindi