Umsókn um fíggjarligan stuðul

KSS – Klaksvíkar Sleipistøð nýtir á hvørjum ári nakað av peningi til stuðul.

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til feløg, einstaklingar, átøk o.o., hvørs endamál eru vælgerandi, mentanarlig ella ítróttarlig. Umsóknir úr nærøkinum hjá KSS hava fyrimun. Stuðul verður ikki latin til privat ella vinnulig endamál, eins og stuðul vanliga ikki verður latin til námsferðir hjá skúlaflokkum.

KSS velur frítt, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar og við hvørji upphædd. Ikki er vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar.

Stuðulsumsóknir verða viðgjørdar 4 ferðir um árið, og allir umsøkjarar fáa skrivligt svar. Umsóknarfreistirnar eru 1. mars, 1. juni, 1. september og 1. december.

Einans umsóknir, sum eru sendar inn umvegis hesa heimasíðu, verða viðgjørdar. Søkt verður um stuðul við nágreiniliga at fylla út teigarnar niðanfyri og síðani trýsta á knøttin ”Send umsókn”. Avsendarin fær síðani ein sjálvvirkandi teldupost við boðum um, at umsóknin er móttikin og verður viðgjørd fyrstkomandi ársfjórðing.

Tín umsókn verður send okkum umvegis mail. Tá hon er liðugt viðgjørd verður hon slettað á skipanini. Sí eisini okkara privatlívspolitik her.