Goymslulærlingur

Hevur tú hug at mennast í einum spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og væl skipaðum lærlingi til goymsluna hjá okkum.

Í lærutíðini fært tú breiðan lærdóm um millum annað goymslustýring, innkeyp og kundaavgreiðslu.

Partur av lærutíðini er skipað sum styttri skúlaskeið í Danmark.

Les meir um útbúgvingina her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/handil-og-skrivstova/logistikkatstoeðingur

 

Vit vænta, at tú ert álítandi, arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit vænta harumframt, at tú hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving.

Vit bjóða góðar treytir og fjølbroyttar arbeiðsdagar saman við einum dugnaligum toymi, har dentur verður lagdur á trivnað og jaligt arbeiðsumhvørvi.

 

Send okkum eina umsókn á starv@kss.fo. Um tú fært miðnámsprógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Rannvá Isaksen, HR- & HTU leiðara á rannva@kss.fo ella á tlf. 23 20 43

Um KSS

KSS er staðsett í Klaksvík.

Fyritøkan, ið hevur 96 ár á baki, strembar eftir at veita nýhugsandi tekniskar loysnir til vinnuna á sjógvi og á landi.

Á leið 70 fólk starvast á KSS. Serfrøðingar á hvør sínum øki, ið hava alstóran týdning fyri framgongdina.

EINFALT BETRI – hetta er okkara slagorð