Kjølur handað KSS nýggjar traverskranar

Sum ein liður í alla tíðina at menna og dagføra smiðjuna á KSS, varð í morgun nýggj kranaskipan tikin í nýtslu í stóru høllini.

Talan er um tveir traverskranar, hvør við tveimum 20-tons spølum. Kranarnir kunnu koyra hvør sær ella synkront, og teir kunnu tilsamans lyfta upp til 80 tons.

Hetta fer at lætta um gerandisdagin á KSS og gera okkum før fyri at átaka okkum enn fleiri spennandi uppgávur.

Tað er Kjølur, sum hevur selt kranan og sett hann upp.

Ruth HG264 velur Ibercisa spøl

Fríggjadagin 18. september stevndi nýggja ”Ruth” inn í havnina í Hirtshals. Ruth er eitt stásiligt nýmótans fiskifar við øllum teim hentleikum, sum nútíðin krevur.

Vit á KSS eru errin av at eigarin, Gullak Madsen, aftur hesuferð valdi Ibersica spøl til nýggju ”Ruth”. Við góðu royndunum við fyrra skipinum, sum nú eitur ”Slaatterøy”, var ongin ivi um at velja somu spøl aftur.

KSS takkar reiðarínum fyri gott samstarv og ynskir eigara og manning hjartaliga til lukku og blíðan byr við nýggja skipinum.


 

Búrhella fingið nýggjan kranabil

Búrhella, sum er dóttirfelag hjá Klaksvíkar Sleipistøð, fekk í gjár handaðan nýggjan, framkomnan kranabil. Bilurin er av slagnum MAN TGS 35.500 og hevur ein HMF 9520 OK6 FJ2000 K6 krana.

Tað er fyritøkan Sp/f Kjartan Simonsen, ið hevur selt kranabilin til Búrhellu.

Búrhella hevur sostatt tríggjar kranabilar:

Ein MAN við 95TM krana, bátastúttum og vælegnaður til størri tyngri lutir.
Ein MAN við 80TM krana og kontainara last
Ein MAN við 25TM krana og wireheis.

Stórir kranabilar hava verið ein mangulvøra í norðurøkinum, og við hesum keypinum er komið heilt væl á leið at nøkta tørvin.

 

×