Bátadrátturin í Leirvík tikin í nýtslu

Í dag varð nýggi bátadrátturin í sokallaða Loynikrókinum í Leirvík tikin í nýtslu.

Fyrsti bátur at verða drigin upp, var báturin Chr. Oluf, hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.

Tað er KSS, sum hevur tikið sær av stálarbeiðinum og hevur veitt sjálvt spælið, meðan Sp/f Kanjon hevur staðið fyri jørð-, betong- og el-arbeiðið. Á fyrstu myndini niðanfyri síggjast Dennis Hansen frá Kanjon, Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, Janus Ryggshamar, havnarfúti í Eysturkommunu, og Jógvan S. Jacobsen frá KSS.

Her sæst spælið og nýggi bátadrátturin í brúk.

 

 

Onnur tíðindi