Hóast gerandisdagurin í Føroyum er nógv broyttur hesa síðstu tíðina, royna vit á KSS at halda á, tó við at taka øll neyðug atlit í mun til corona-smittuna.
Hósdagin 20. mars varð tænastubáturin ”Aqua Reflex”, sum fyrr æt “Viking Reflex” liðugur, eftir at hava verið á beding hjá okkum. Umframt 5-ára klassing varð nógv annað gjørt, og arbeiðið gekk væl.
Sjálvt um meginparturin av virkseminum hjá KSS er at veita vørur og tænastur til føroyskar kundar, so gleðast vit um, at útlendingar velja at koma til Klaksvíkar. “Aqua Reflex” hoyrir til hetlendska felagið Johnson Marine, ið leigar bátin út til alivinnuna í Íslandi. Teinurin frá Eskifirði til Klaksvíkar er ikki so langur, og KSS varð tí valt framum aðrar møguleikar, sum teir høvdu at dokka bátin.
Vit eru ikki sørt errin av at kunnu veita Johnson Marine og “Aqua Reflex” hesa tænastu, og vit ynskja skiparanum Grant Johnson og manning góðan túr aftur til Eskifjarðar.