Visjón

KSS ynskir at skapa tekniskar heildarloysnir fyri kundan

Vit á KSS vilja hava eitt umdømi at veita tær bestu tænasturnar og veitingarnar til skip og virkir.

Tað er týdningarmikið fyri KSS, at kundin kann hvíla í, at tænasturnar og vørurnar, ið KSS veitir, eru tær bestu.

Okkara visjón er, at skapa skilagóðar loysnir og loysa uppgávur og avbjóðingar proffessionelt, við væl kvalifiseraðum starvsfólkum í fakligum proffessionellum toymum og hava bestu karmar og amboð.

EINFALT BETRI – tað er okkara motto.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS.