Søgan

Klaksvíkar Sleipistøð, ella “Bedingin”, sum hon verður nevnd í dagligari talu, er upprunaliga stovnað í 1928.Tað vóru brøðurnir Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum, sum úr Svøríki keyptu eina beding, sum varð flutt til Føroya og løgd við Ravnagil, har hon liggur enn tann dag í dag.

Seinni gjørdist Klaksvíkar Sleipistøð en partur av Kjølbro-samtakinum, men megnaði eins og so nógv onnur virkir í Føroyum ikki at klára seg ígjøgnum kreppuna, sum rakti samfelagið fyrst í 1990-unum.

Í 1994 stovnaðu 17 fólk, sum høvdu havt sítt arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð, eitt partafelag, sum yvirtók ognirnar hjá Sleipistøðini og fór
aftur til verka.

Í juni 2011 yvirtók Spf LGS, allan partapeningin í P/F Klaksvíkar Sleipistøð.