Sølufólk

Sum sølufólk á KSS fert tú at arbeiða á B2B-marknaðinum við sølu til skip og virkir.

Vit vænta av tær, at tú hevur royndir sum sølufólk, hevur árræði og ert ágrýtin, ert samstarvs- og framtakssinnað/ur, ikki ert bangin fyri at bretta upp um armar, og at tú dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Afturfyri bjóða vit tær ein fjølbroyttan gerandisdag í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har ting til tíðir henda skjótt.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru eftir avtalu.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir tí rætta.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@kss.fo í seinasta lagi 3. december 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@kss.fo

Um KSS

KSS er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. Vit gera vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu júst tá kundanum tørvar tað.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.