Maskinsmiðir

Okkum tørvar handverkarar til alt vanligt smiðju- og motorarbeiði.

Vit vænta av tær, at tú hevur útbúgving sum maskinmsmiðjur ella líknandi. Tú ert ágrýtin, og tú klárar at arbeiða við skiftandi uppgávum innanfyri títt fak. Tú ert ikki bangin fyri at bretta upp um armar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har ting til tíðir henda skjótt.

Tú ert eisini vælkomin at søkja, um tú kundi hugsað tær eitt arbeiði í eitt ár ella so.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru eftir avtalu.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir tí rætta.

Um hetta er nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@kss.fo í seinasta lagi 3. december 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@kss.fo

Um KSS

KSS er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. Vit gera vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu júst tá kundanum tørvar tað.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.