HR- og HTU-leiðari til KSS

Hevur tú hug at gerast partur av leiðsluni og menningini av einari av størstu fyritøkunum í Norðoyggjum?

KSS søkir eftir HR- og HTU-leiðara. Leiðarin er partur av fimm-manna leiðsluni á KSS. Afturat kjarnuuppgávunum innan HR og HTU hevur leiðarin eisini ábyrgd av interna og eksterna samskiftinum hjá KSS.

Talan er sostatt um eitt starv við ógvuliga fjølbroyttum uppgávum, har góðir møguleikar eru at seta sín egna dám á gerandisdagin.

Uppgávurnar fevna m.a. um at skipa trygdararbeiði saman við rakstrarleiðaranum, tryggja at góðkenningar og myndugleikaloyvi eru í lagi og dagførd, taka sær av øllum gerandis starvsfólkaviðurskiftum og samstundis verða ráðgevandi ímt til yvirskipað starvsfólkaviðurskifti, at vera fastur skrivari á leiðslu- og nevndarfundum, at taka sær av samskifti hjá KSS internt og eksternt og at umsita stuðuls- og marknaðarføringsbudget. Harafturat liggur eisini arbeiðið ísv dátuverndarlógina í hesum starvinum.

Vit vænta av tær, at

  • tú hevur prógv frá hægri lærustovni ella royndir svarandi til hetta
  • tú ert fakliga dugnalig/ur, sjálvstøðug/ur og hevur ein mennandi hugburð
  • tú ert røkin og fylgir uppgávuni á mál
  • tú hevur leiðsluroyndir ella royndir, sum fakligur leiðari
  • tú ert stinn/ur í samskifti, serliga á føroyskum

Harafturat vænta vit at fáa ein leiðara, sum ikki er bangin fyri at taka tøk, har tørvur er á tí.

Meira fæst at vita um starvið sum HR- og HTU-leiðari hjá Frimodt Rasmussen, stjóra, á 232038 ella á frimodt@kss.fo

Setanartreytir verða eftir avtalu.

Arbeiðsstaðið er Kósaskákið 3 í Klaksvík.

Um hetta er nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@kss.fo.  Umsóknarfreistin er 7. februar 2022.

Um KSS

KSS er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. Vit gera vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu, júst tá kundanum tørvar tað.

KSS er ein fyritøka í menning, og við okkara uml. 70 starvsfólkum eru vit eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.