Fólk til goymsluna

Okkum tørvar arbeiðsfólk til goymsluna. Talan er bæði um innanhýsis goymsluarbeiði og um kundaavgreiðslu.

Vit vænta av tær, at tú hevur royndir innan goymsluarbeiði. Eisini vænta vit av tær, at tú ert ágrýtin og ikki bangin fyri at bretta uppum armar í einum umhvørvi, har nógv er at gera, og har ting til tíðir henda skjótt.

Koyrikort til trukk er ein fyrimunur.

Tú ert eisini vælkomin at senda eina umsókn, um tú ynskir at koma í læru sum logistikatstøðingur.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru eftir avtalu.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir tí rætta.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@kss.fo í seinasta lagi 3. december 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@kss.fo

Um KSS

KSS er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. Vit gera vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu júst tá kundanum tørvar tað.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.