Kranaførari

Søkt verður eftir kranaførara til undirfelag okkara Búrhellu.

Talan er um at koyra og taka sær av kranabilunum hjá Búrhellu umframt annað fyrifallandi arbeiði knýtt at hesum. Annar kranabilurin er ein MAN við 95TM krana og bátastúttum, og hin er ein MAN við 25TM krana og wireheis. Viðlíkahald og reinhald av bilununum er sjálvsagdur partur av starvinum.

Talan er um starv, har frælsi í gerandisdegnum fylgir við ábyrgdini at taka sær av flutningsuppgávunum hjá Búrhellu.

Tann, sum fær starvið, skal hava kranaloyvi E og hava royndir at koyra og handfara kranabil. Tað er neyðugt at kunna arbeiða sjálvstøðugt og at vera røkin og ábyrgdarfull/ur.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@burhella.fo í seinasta lagi 24. oktober 2021

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@kss.fo

Starvið verður lønt sambært avtalu og verður at seta skjótast gjørligt.

Um KSS og Búrhellu

Búrhella hevur tveir kranabilar og loðsbátin Tjørnunes, og er undirfelag hjá KSS, sum er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. KSS ger vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virki alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu, júst tá kundanum tørvar tað.

Virksemið hjá Búrhellu stuðlar undir virkseminum hjá KSS, sum er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.