Formaður til bedingina á KSS

KSS søkir eftir formanni til bedingina.

Umframt vanligu formansuppgávurnar tekur formaðurin á bedingini sær av øllum arbeiði, sum er tengt at sjálvari bedingini á KSS. Hetta fevnir um at tryggja og standa fyri

  • uppháling og sjóseting
  • máling av skipum
  • klárgerð av skipum
  • smærri víðlíkahalds og umvælingararbeiði á skip

Harafturat hevur formaðurin sum partur av formanstoyminum á KSS eisini uppgávur aðrastaðni í fyritøkuni.

Talan er um leiðarastarv og vit vænta av tær, at tú

  • ert sjálvstøðug/ur
  • ert ábyrgdarfull/ur
  • hevur handverks- ella sjóvinnuútbúgving
  • hevur góðan kunnleika til skip og maritima økið
  • hevur royndir við at hava fólk undir tær

Vit vænta eisini, at tú ikki er bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

Starvið er fulla tíð. Løn og setanartreytir eru eftir avtalu.

Starvsbyrjan er skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir tí rætta.

Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send so eina umsókn til starv@kss.fo  í seinasta lagi 24. oktober 2021.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Esther Dahl, HR-leiðara, á telefon 232043 ella á esther@kss.fo

Um KSS

KSS er ein nútímans fyritøka við langum traditiónum. Vit gera vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri bæði skip og virkir alt samdøgrið, og vit leggja okkum eftir at veita eina dygdargóða tænastu júst tá kundanum tørvar tað.

Við sínum uml. 70 starvsfólkum er KSS eitt av størstu arbeiðsplássunum í Norðoyggjum.