10 ár síðan eigaraskiftið í KSS

Í hesum døgum eru liðin 10 ár síðan Klaksvíkar Sleipistøð skifti eigarar. Nýggju eigararnir við Frimodt Rasmussen á odda yvirtóku Sleipistøðina tann 4. juni 2011.

Hesi 10 árini, sum liðin eru, hava havt við sær nógvan framburð, hóast eisini mótburður hevur verið á leiðini. Aftaná at gamla smiðja brendi í 2014, varð nýggj smiðja bygd, har hin gamla stóð. Hetta økti um menningarmøguleikarnar, og KSS er nú meira enn dupult so stórt sum í 2011.

Frá mest at hava verið virkin í Norðoyggjum eru arbeiðsbilarnir hjá KSS nú at síggja um alt landi.

Umsetningurin er vaksin úr 20 milliónum til 70 milliónum. Starvsfólkahópurin var í 2011 um 20 fólk, og nú er hann um 70 fólk. Fleiri av teimum, sum vóru á KSS í 2011 eru framvegis partur av starvsfólkahópinum.

Frimodt Rasmussen fegnast um gongdina og vísir á, at tað alla tíðina hevur týdning at seta sær nýggj mál, tí ongin framgongd hevur við tíðini afturgongd við sær.

Frimodt takkar øllum teimum, sum hesi 10 árini hava myndað KSS, og sum hava torað at tikið nýggj og spennandi stig á leiðini. Eisini takkar hann kundum og samstarvsfeløgunum fyri gott samstarv hesi árini og vónar sjálvandi at hetta heldur áfram.

Onnur tíðindi